Boðklivi

Boðklivin 7.a 

Talgildur harðskapur – hvat gera vit?

Kom til spennandi temakvøld í Hoyvíkar Skúla týskvøldið 23. Apríl kl 19.00 í Pyramiduhøllini, har evnið Talgildur harðskapur verður sett á breddan. Skúlastýrið skipar fyri í samstarv við SSP-Ráðgevingina.

Tit hava helst sæð ella hoyrt um sendingina “Alene hjemme på nettet” á DR ella hoyrt umrøðuna av hesari í føroysku miðlunum. Okkara børn og ungu ferðast á netinum, har tey kunnu verða útsett fyri harðligum myndum og talu, hóttanum, lokking og grovari happing, alt ímeðan vit foreldur standa maktarleys yvirfyri avbjóðingini - ofta óvitandi um, hvat gongur fyri seg. Tí hvussu støðga vit hesum? Hvussu fáa vit okkara børn í talu um hetta?

Hetta hevur SSP-ráðgevingin nøkur boð upp á, og tí fara vit at hoyra frá Daisy Iversen um, hvat talgildur harðskapur er, og hvat vit kunnu gera við hann, og Mariann Reinert, sum er SSP-umboð frá politinum fer at greiða frá, hvussu vit ferðast tryggari á netinum.

Møguleiki verður fyri at seta spurningar og kjakast um evnið, og ein drekkamunnur verður at fáa. Eisini verður ársfrágreiðingin hjá Skúlastýrinum lisin upp. Tiltakið er knýtt at árliga foreldrafundinum hjá Skúlastýrinum.

 

Møtið fjølment! 

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla

Flokskonta

Góðu foreldur.

Tit kunnu nú flyta 200 kr á flokskontuna og viðmerkja navnið á barninum.

Konto nummar: 9181 0005866431

Góðu foreldur.

Eftir eina tíð, sum hevur verið nógv merkt at skiftum og órógvandi tíðum og bólkum, men, sum eisini hevur verið ótrúliga spennandi og lærurík, fara vit at royna at lenda í vanliga gerandisdegnum við arbeiði og kørmum, sum vit øll eru von við. So hóast vit hava desember, og jólini sjálvandi seta sín hugnaliga dám á, so verður vanlig skúlagongd flestu dagar. 

Flokslærarin er burtur, og í hennara stað hava vit sett Eydnu. Næmingarnir kenna Eydnu, og hon hoyrir til toymið. Eydna fer at kunna, tá ið okkurt serligt er, og tað verður hon, sum fer at hava hugnadagar osv. við flokkinum. Boð um fráveru ella sjúku kunnu sendast Eydnu á eydna.hognesen@skulin.fo ella skúlastjóranum á tlf. 290069, so skráseta vit í kervi.

Malan Nielsen, varaskúlastjóri, gongur inn í 7.fl hvønn morgun eftir kl. 8 at savna telefonir inn, so tá fáa næmingarnir eisini høvi at práta við hana, um okkurt er. Hana kenna tey eisini.

Síðst, men ikki minst, stóra takk fyri frálíku floksveitsluna mánakvøldið


Blíðar heilsanir, Anna Maria Reinert Jensen, skúlastjóri