Boðklivi

Boðklivi 8.a

Talgildur harðskapur – hvat gera vit?

Kom til spennandi temakvøld í Hoyvíkar Skúla týskvøldið 23. Apríl kl 19.00 í Pyramiduhøllini, har evnið Talgildur harðskapur verður sett á breddan. Skúlastýrið skipar fyri í samstarv við SSP-Ráðgevingina.

Tit hava helst sæð ella hoyrt um sendingina “Alene hjemme på nettet” á DR ella hoyrt umrøðuna av hesari í føroysku miðlunum. Okkara børn og ungu ferðast á netinum, har tey kunnu verða útsett fyri harðligum myndum og talu, hóttanum, lokking og grovari happing, alt ímeðan vit foreldur standa maktarleys yvirfyri avbjóðingini - ofta óvitandi um, hvat gongur fyri seg. Tí hvussu støðga vit hesum? Hvussu fáa vit okkara børn í talu um hetta?

Hetta hevur SSP-ráðgevingin nøkur boð upp á, og tí fara vit at hoyra frá Daisy Iversen um, hvat talgildur harðskapur er, og hvat vit kunnu gera við hann, og Mariann Reinert, sum er SSP-umboð frá politinum fer at greiða frá, hvussu vit ferðast tryggari á netinum.

Møguleiki verður fyri at seta spurningar og kjakast um evnið, og ein drekkamunnur verður at fáa. Eisini verður ársfrágreiðingin hjá Skúlastýrinum lisin upp. Tiltakið er knýtt at árliga foreldrafundinum hjá Skúlastýrinum.

 

Møtið fjølment! 

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla

Trýst her >   

Dictation 3

Kunning um vallærugreinar

Næmingarnir hava í dag mikudagin 10/5-23 fingið kunning um vallærugreinar til skúlaárið 2023/24. 

Leinki til kunningina, sum næmingarnir hava fingið sæst her: http://hoy.fo/315

Skjalið sum næmingarnir hava fingið heim við skal latast inn á skrivstovuni í seinasta lagi mánadagin 15/5-23 klokkan 15.