Boðklivi

Hey tit øll,

Í ár er álagt øllum lærarum at hava morgunsang saman við næmingunum frá mánadegi til hósdag sum part av undirvísingini í 1. og 2. tíma.

Eg havi tí viðlagt yvirlit yvir morgunsangin í fyrru hálvu av skúlaárinum 2019/2020. 

Morgunsangir skúlaárið 2019/2020

Endamálið við yvirlitinum er at gera tað møguligt hjá næmingunum at læra sálmin gjøgnum vikuna, soleiðis at tey kennast við sálmin og duga hann so væl til ber, tá felags morgunsangur er fríggjamorgun kl. 9:15.

Viðløgd omanfyri er leinkja til sálmarnar á Kringvarp Føroya, sum kunnu hoyrast:

http://kvf.fo/atrunadur/salmar

Vinaliga

Janus