Tíðindi

Seturstokið í Hoyvíkar skúla

08/11-2017

Námsvísindadeildin á Setrinum hevur eitt tiltak, ið tey kalla “Seturstokið”.

Seturstokið eru læraralesandi og starvsfólk, sum koma út á skúlar at undirvísa í ymsum verkstovum.

Vit í Hoyvíkar skúla vóru í ár so heppin at fáa vitjan av Seturstokinum.

Tilboðið er til næmingarnar í 4. - 9. flokki. Útvið 40 lesandi fyriskipaðu verkstovurnar í ein dag fyri uml. 270 børnum.

Í verkstovunum varð undirvísing í náttúra og tøkni, alis- og evnafrøði og føroyskum. Í alt vóru 12 verkstovur innan hesar lærugreinar allar við ymsum virksemi.

Næmingarnir fingust m.a. við at gera bilar, animatiónsfilmar, vindmyllur sum framleiddu ravmagn, rakettir, postarenning við GPS´arum, bioplast, matframleiðsla, tónleik og arbeiddu við yrkingum á ymsan hátt.

Sí allar myndirnar í myndasavninum.

Ein grein um Seturstokið kann eisini lesast á heimasíðuni hjá Setrinum:

https://setur.fo/page-samples/news/news-single/news/seturstokid-aftur-a-ferd-hesaferd-i-skulum-i-havn/

Dagurin var sera væl eydnaður. Bæði næmingar og lærarar hildu hetta vera sera spennandi og fingu nógv burturúr. Stuttligt hevði verið, um vit vóru so væl mannað hvønn dag í skúlanum.


Takk til tey lesandi á Setrinum og lærarar teirra, at tit vildu koma í Hoyvíkar skúla og gera okkum ein so góðan dag.

04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping