Tíðindi

Fletting

08/11-2017

Næmingarnir í 4., 5. og 6. flokki sluppu at vera við í fletting í ár. Hetta er eitt íkast til undirvísingina í náttúru og tøkni, og fara vit at miðja eftir, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

At hjálpa okkum fingu vit Ólav á Skipagøtu, sum hevur sera gott innlit í fletting, men eisini alt tað lívfrøðiliga í mun til gøgn og bygnað á seyðinum.

Næmingarnir vóru serliga imponeraðir, tá ið lunguni blivu blást upp og fingu greitt frá, hvussu lunguni virka.

Næmingarnir vóru óførir at hjálpa til at halda í, tumma og taka innanúr.

Tá ið dagurin var lokin, hingu trý krov uppi.

Ein sera góður dagur.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór