Tíðindi

Vitjan úr Uganda

15/11-2017

Í dag fekk 8. flokkur vitjan úr Uganda.

Richard, ið er føddur og uppvaksin í Uganda, er í løtuni á vitjan hjá Halgiri W. Poulsen. 

Halgir var í 2010 við í einum ferðalagi m.a. í Uganda, Rwanda og Kenya. Í hesum sambandi fekk Halgir samband í lag við Richard, ið fekst við at seta á stovn ein skúla í lokalsamfelagnum, sum hann er voksin upp í. 

Richard hevur, við stuðli úr m.a. Føroyum, fingið skúlan upp at standa, og virkar hann fyri tey børn, ið ikki hava ráð til at sleppa í skúla við egnum miðlum. Ikki einans peningur er sendur úr Føroyum, men eisini eldri undirvísingartilfar so sum enskar bøkur o.a. Eingir miðlar koma frá politisku skipanini í Uganda. 

Áhugavert var tað at hoyra Richard fortelja um umstøðurnar, ið børnini hava í Uganda. Ein eldhugaður næmingur spurdi, hvat børnini gjørdu í síni frítíð. Næmingarnir blivu heldur skelkaðir, tá ið tey fingu at vita, at tá heintaðu tey vatn og brenni til familjuna. Frítíðin fór fyri tað mesta við at arbeiða fyri húsarhaldið. 

Ein góður fyrilestur um umstøðurnar í Uganda, ið setti skúlaviðurskiftini hjá okkum sjálvum í frásjón.

Vit í Hoyvíkar skúla takka Halgiri W. Poulsen fyri møguleikan at hoyra áhugaverda fyrilesturin. Eisini ein tøkk til abbasonin, ið eisini eitur Halgir. Hann hjálpti til sum tulkur.  

 

 

    

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór