Tíðindi

Lucia á Hvíldarheiminum Naina

13/12-2017

13. december, á Lucia degnum, er siðvenja at ganga Lucia á Hvíldarheiminum Naina.

Tað eru genturnar í 8. og 9. flokki og lærarar teirra, sum skipa fyri hesum. Tiltakið er til stóra fragd hjá teimum á Nainu, men eisini gentunum dáma hetta so sera væl. Langt undan jólum byrja tær at tosa um dagin og stákast verður óført við búnum og sangi.


Tað vóru hjúnini Katrin og Petur Dahl, ávíkavist fyristovukvinna á Nainu og skúlastjóri í Hoyvíkar skúla, sum settu hetta í gongd umleið 1990.


Vit í Hoyvíkar skúla fegnast um hesa góðu siðvenju.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór