Tíðindi

Frídagur, 13. februar 2018

05/02-2018

Skúlaárið 2017/2018 eru tveir frídagar, ið skúlin hevur at ráða yvir.

Hoyvíkar skúli hevur lagt fyrra frídagin týsdagin 13. februar 2018. Hetta er týsdagurin eftir føstulávintsmánadag.

Í hesum sambandi boðar frítíðarskúlin í Hoyvík frá, at næmingar í 1. og 2. flokki kunnu koma í frítíðarskúla frá kl. 07:45 - 17:00.

Frítíðarskúlin ynskir at fáa eina afturboðan frá foreldrunum, um barn tykkara kemur í frítíðarskúla hendan dagin.

Leggjast skal  afturat, at seinni frídagurin verður fríggjadagin 11. mai 2018. Hetta er fríggjadagurin eftir Kristi Himmalsferðardag.

05.01.2019
Kunnandi foreldrafundur
05.01.2019
Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2019/2020
01.01.2019
Gleðilig jól og gott nýggjár
11.12.2018
Skapa títt egna jólalandslag - Handaverk og list 5. flokkur
10.12.2018
Jólafilmur í Norðurlandahúsinum
30.11.2018
Skúlagongdin og jólatiltøk í desember 2018