Tíðindi

Føstulávintshaldið 2018

09/02-2018

Mánadagin 12. februar 2018 verður skipað fyri føstulávintshaldi í Hoyvíkar skúla. Nógv verður á skránni bæði í álvara og gaman.

Allir næmingarnir møta í skúla henda dagin frá kl. 08:00 - 11:30. Vónandi eru vit øll grýluklødd og ikki til at kenna aftur.

Byrjað verður at sláa tunnu kl. 08:30. Tá ið tunnuslátturin er liðugur, verður farið í Hoyvíkshøllina, har kattakongar, kattadrotningar og ársins grýlur verða heiðrað.

Eisini verður farið upp á gólv.

Áðrenn skúladagurin er liðugur, fáa næmingarnir okkurt søtt undir tonna.

Næmingarnir í 1. og 2. flokki fara í frítíðarskúla sum vanligt kl. 11:30.

Næmingarnir í 3. flokki kunnu fara í frítíðartilboðið kl. 13:20.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór