Tíðindi

Flogbørn

21/03-2018

Fleiri enn 700 børn í 2., 3. og 4. flokki í Tórshavnar kommunu hava verið til skúlakapping í "Flogbørnum" seinastu tríggjar vikurnar.

Eisini næmingarnir í Hoyvíkar skúla hava luttikið í "Flogbørnum", og halda vit, at hetta hevur hepnast sera væl. Bæði næmingar og lærarar hava fingið nógv burturúr. 

Stuttligt er at hoyra næmingarnar tosa um liðini frá hinum skúlunum, og hvussu teir ymsu skúlarnir hava skipað spælið og liðsamansetingina. 

Tað eydnaðist okkara næmingum í Hoyvíkar skúla at fáa eitt 1. pláss í 2. flokki, 3. pláss í 3. flokki og 3. pláss í 4. flokki. Best av øllum var, at næmingar og lærarar hugnaðu sær óført. 

Hoyvíkar skúli takkar Flogbóltsambandinum fyri góða tiltakið. 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór