Tíðindi

PANGEA - Støddfrøðikappingin

23/04-2018

Næmingar í Hoyvíkar skúla hava síðstu mánaðirnar luttikið í PANGEA-Støddfrøðikappingini, ið er ætlað næmingum í 3. - 9. flokki.

1836 næmingar í 15 ymiskum skúlum vóru tilmeldaðir kappingina.

Fyriskipararnir skriva soleiðis um kappingina:


"Med vores motto "Matematik forbinder" er formålet med "Pangea Matematik Dysten" at samle 3. - 9. klasses elever på tværs af geografiske placeringer, sociale klasser og uddannelsesniveauer, udfordre dem og få dem til at indse, at matematik også kan være sjovt. På den måde ønsker vi at give børnene mulighed for at dele deres erfaringer og nydelser med andre børn ved at bruge matematikken som redskab.
Med andre ord vil vi tiltrække og inspirere eleverne til matematik samt hylde og belønne de bedste med priser for deres matematiske kundskaber - intet motiverer mere end succes".

Kappingin byrjaði við einum innleiðandi umfari 7. - 9. februar, ið varð skipað á einstøku skúlunum.
Eftir innleiðandi umfar fóru 10 luttakarar í hvørjum árgangi víðari til hálvfinaluna, ið var skipað í Eysturskúlanum leygardagin 17. mars. Úr hálvfinaluni fóru síðani 5 teir bestu luttakararnir í hvørjum árgangi víðari til finaluna.

Hoyvíkar skúli hevur 7 næmingar við í finaluni. Hesi eru:

Luitjen Apol í 5. flokki.
Matthias Ziskasen í 6. flokki.
Jonna Eyvindsson í 7. flokki.
Fischer Eliassen og Jónas Lindenskov í 8. flokki.
Elinborg Weihe Thomassen og Magnus Joensen í 9. flokki.

Vit fegnast sjálvandi um, at heili 7 næmingar umboða Hoyvíkar skúla í finaluni.

Finalan í PANGEA-Støddfrøðikappingini verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. apríl 2018 kl. 12:00 - 15:30.
Vit í Hoyvíkar skúla ynskja øllum finalistunum allar bestu eydnu.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór