Tíðindi

Komandi 1. flokkur á vitjan

07/06-2018

Hósdagin 31. mai 2018 høvdu vit forkunnuga vitjan í Hoyvíkar skúla. Komandi 1. flokkur var og vitjaði og hugdi eftir skúlanum og frítíðarskúlanum. Tey fingu høvið at heilsa uppá lærararnar, sum tey skulu hava eftir summarsteðgin. Birita Weihe, Rannvá Kollsker og Andrea Skeel Nolsøe verða lærarar hjá flokkinum. Eisini fingu tey møguleika at heilsa uppá skúlastjóran og leiðaran í frítíðarskúlanum.

Næmingarnir vandu tveir sangir saman við lærarunum, sum tey so framførdu til stóra fragd fyri foreldrini. Meðan børnini vandu og lærdu komandi lærararnar betri at kenna, fingu foreldrini eina stutta undirvísing í, hvussu tað eigur at vera, nú tey gerast foreldur í Hoyvíkar skúla.

At enda fingu børnini handað eina bók frá Tórshavnar kommunu og eina ferðsluvegleiðing frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Vit gleða okkum sera nógv til børnini byrja í skúla. 

 

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir