Tíðindi
Næmingarnir í 4., 5. og 6. flokki hava flett aftur í ár.
23/10-2018
Næmingarnir í 4., 5. og 6. flokki hava flett aftur í ár. Hetta er eitt íkast til undirvísingina í náttúru og tøkni.
Vit í Hoyvíkar skúla halda, at tað er sera umráðandi, at næmingarnir fáa innlit í fletting. Fletting og fjalgonga hevur altíð verið ein vanligur partur av lívinum í Føroum. Mynstur broytast tó og eisini hetta verður ein minni natúrligur partur í lívinum hjá fleiri børnum og ungum.
Næmingarnir vóru serliga imponeraðir, tá ið lunguni blivu blást upp og fingu greitt frá, hvussu lunguni virka.
Næmingarnir vóru óførir at hjálpa til at halda í, tumma og taka innanúr.
Tá ið dagurin var lokin, hingu trý krov uppi.
Myndir frá degnum kunnu síggjast í myndasavninum her: http://hoy.fo/246
Ein sera góður dagur.
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir
16.02.2024
Ársins kattakongar
16.02.2024
Miðnámskunning 22.februar
10.02.2024
Føstulávintsmánadagur
30.01.2024
Eingin skúlagongd 31. januar