Tíðindi

6. flokkur á vitjan í Sandoynni

07/11-2018

Í samband við undirvísingina í náttúru og tøkni, hevur 6. flokkur verið á vitjan í Sandoynni. Hesa frágreiðingina hava lærararnir gjørt:

 

Vit hava havt ein avbera góðan og læruríkan dag í Sandoynni í dag. Vit byrjaðu dagin í Veltuni, har Katrin Petersen greiddi frá ymiskum viðvíkjandi samtakinum “Veltan”.

Vit fóru síðani túr, og á túrinum bleiv tosað um mold, gularøtur, glaskál og burðardygd. Eftir túrin fingu næmingarnir ymiskar uppgávur í tunnlinum: lúka, seta niður, taka upp, skera/reinsa, viga og pakka. Aftan á vitjanina í Veltuni fóru vit til Skopunar á vitjan hjá Sandoy Seafood.

Vit fingu eina rundvísing og frágreiðing um tær ymisku maskinurnar og teirra leiklut. Vit sóu gongdina frá fiskurin kemur inn, til hann er pakkaður og klárur at fara út aftur.

Eftir rundvísingina fingu vit sjokulátabarr og sunkist

Allar myndirnar kunnu síggjast í myndasavninum her: http://hoy.fo/246/albumcollections_albums/70

Vit ynskja at takka Veltuni og Sandoy Seafodd fyri vælvild og blíðskap.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór