Tíðindi

Lesiátak og lesiløta í Hoyvíkar skúla

30/11-2018

Í sambandi við at tað í ár verður varpað ljós á málmenning, hava vit í Hoyvíkar skúla skipað fyri lesiátaki í 1. og 2. flokki. Skúlaleiðslan hevur m.a. lisið søgu fyri næmingunum í 1. og 2. flokki í fyrru hálvu av skúlaárinum. Stuttligt er at síggja, hvussu væl næmingunum dáma, tá lisið verður upp fyri teimum. Tey sita sera hugagóð og lurta eftir.

Eftir ætlan verður skipað fyri líknandi lesiátaki í seinnu hálvu av skúlaárinum.


Somuleiðis hevur verið skipað fyri lesiløtu í tíðarskeiðnum frá 12. - 23. november 2018. Hetta er eitt afturvendandi lesiátak, ið verður skipað á hvørjum ári.
Næmingarnir í øllum flokkum hava sitið spjaddir um allan skúlan við bók í hond, har lisið hevur verið hvønn dag eitt ávíst tíðarbil á degnum.

Lesiløturnar hava verið skipaðar í sambandi við norðurlendsku bókmentavikuna.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór