Tíðindi

Skapa títt egna jólalandslag - Handaverk og list 5. flokkur

11/12-2018

5. flokkur hevur í myndlist arbeitt við at skapa sítt egna jólalandslag. 

Næmingarnir hava framleitt skitsur út frá kenslum og hugflogi, hvussu teir ímynda sær eitt jólaligt landslag. Út frá skitsunum hava teir skapt eitt landslag við denti á standmyndir við grundleggjandi rúmligum formmáli, har eisini einfaldur arkitekturur og design hevur verið endamálið. Jólaløg og sangur hevur eisini ávirkað næmingarnar, tí tá skitsan varð gjørd, varð lurtið koyrt frá.

Næmingarnir eru slopnir at royna seg við ymsum tilfari, teknikum og amboðum. Serliga hildu næmingarnir tað vera stuttligt at royna Silk Clay, ið er eitt øðrvísi evni at arbeiða við. Tað skúmkenda formingarevni er framleitt júst til at evna figurar. Silk Clay kann rullast, evnast og setast saman í smærri pettir til figurar, ið einans hugflogið setur mark fyri.

Alt tilfarið, sum næmingarnir hava brúkt, er træplátur, flamingo, máling, Silk Clay, fílatráður, træpinnar, lím v.m.

Foreldur og systkin eru vælkomin í skúlan at hyggja eftir framsýningini. 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór