Tíðindi

Man kann ikki eta pengar!

08/02-2019

Veðurlagsverkfall - Man kann ikki eta pengar

“Vit hugsa javn og samt um vøkstur og kapping. Úrslitið av hesum er, at meðan fleiri hava vunnið sær nógv ríkidømi, eru bæði menniskjan og náttúran í stórum vanda”. - “Tað verður mangan sagt, at kapitalisman lovar vøkstur. Búskaparfrøðingar, politikarar og mong onnur tosa um stutttíðar materiellan og búskaparligan vøkstur, ikki bara sum møguleikar, men sum nakað sjálvsagt. Síðan verður farið til verka, eins og hettar var tað einasta rætta. Øll vilja hava stutttíðar materiellan og búskaparligan vøkstur. Eg eri samdur við teimum, ið siga at kapping er sunn. Vit áttu tó at sett spurnartekin við, hvat ið kappast verður um, og hvat endamálið er við kappingini.

Orðarætt endurgivið úr bóklinginum “Heimsmálini” eftir Steen Hildebrant.

Nakað soleiðis kann eisini hugsast, at ungu næmingarnir, ið hava verið til verðurlagsverkfall, hugsa. Undir herrópinum “nokk er tosað, nú fara vit til verka” og “man kann ikki eta pengar” hevur 7. flokkur í Hoyvíkar skúla verið og gjørt sína rødd galdandi

.
Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, helt røðu og segði nakað soleiðis: “Nýggja bylgjan av umhvørvisáhugaðum ungdómi kann broyta, hvørjar raðfestingar politikararnir velja at gera” og “Tað eru jú tey ungu, sum arva jørðina og umhvørvið frá okkum, sum undan eru farin. At tey ungu hava fokus á veðurlagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um, hvat tað er fyri ein planet, tey koma at arva og geva víðari. Tey gera sær tankar um, um vit sum samfelag veruliga gera alt tað, vit kunnu, fyri at tryggja, at heimurin verður í so góðum standi sum gjørligt í framtíðini”


Hugaligt at fylgja ungdóminum.

Gott vikuskifti

 

 

12.02.2019
Árligi foreldrafundurin hjá skúlastýrinum
08.02.2019
Man kann ikki eta pengar!
04.02.2019
Tíðaravmarkað starv í Hoyvíkar skúla
31.01.2019
Konfirmantalestur í Hoyvíkar kirkju
05.01.2019
Kunnandi foreldrafundur
05.01.2019
Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2019/2020