Tíðindi

"Ung og lívið" - Evnisdagar í 7. flokki

20/02-2019

Sum liður í SSP-arbeiðinum á skúlunum og ungdómshúsunum í Tórshavnar kommunu verður skipað fyri evnisdøgum fyri øllum 7. flokkunum í kommununi í tíðarskeiðnum frá 20. - 22. februar 2019.

Hesar tríggjar dagarnar fara næmingar í 7. flokkunum at vera saman við floksfeløgum sínum men fáa samstundis høvið at møta javnaldrum frá øðrum skúlum í kommununi.

Evnið er "Ung og lívið", og lyklaorðini eru "Sálarligur trivnaður".

Lærarar og heilsufrøðingur skúlans hava undirvísing og upplegg, og fyrilestur við Moniku Mohr og Magna Mohr frá Fólkaheilsuráðnum verður eisini á skránni.

Evnisdagarnir enda við eini ungdómsveitslu/konsert á Reinsarínum fríggjakvøldið 22. februar 2019 kl. 20:00 - 23:00. Starvsfólkini í ungdómshúsunum skipa fyri og eru hjástødd alt kvøldið.

Janus T. Olsen, SSP-lærari, hevur lagt skránna til rættis í Hoyvíkar skúla.

04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping