Tíðindi

6. flokkur á klukkuveiðu

21/03-2019

Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða í hesum døgum skúlum til eina øðrvísi og spennandi vitjan á Tjóðsavninum, har tey samantvinna skaldskap og náttúruvísindi. Tey á savninum greiða m.a. frá nýggju, tillagaðu barnaútgávuni "Um upprunan til sløgini" (On the Origin of Species) eftir Charles Darwin. Næmingarnir hoyra um føroysk dømi um djórasløg, sum broytast, tillagast ella eru útdeyð í framsýningini á savninum.

Eisini verður greitt frá um spennandi klukku-skaldsøgurøðina eftir M. G. Leonard og klukkusavnarahandbókina, sum hoyrir til røðina. Næmingarnir hoyrdu um klukkusløg í Føroyum og klukkuinnsavningina hjá Tjóðsavninum. Vitjanin endaði við klukkuveiðu, har næmingarnir í felag skulu finna og savna inn klukkur á savninum.

Eitt avbera gott tiltak siga næmingarnir :-)

 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór