Tíðindi

Nasubi listasavn

23/04-2019

Í farnu evnisviku um tey 17 heimsmálini arbeiddi 7. flokkur við at gera eina framsýning. Framsýningin var ein “Nasubi”-framsýning. Nasubi-framsýningar verða eisini kallaðar heimsins minstu listasøvn.


Tað var japanski listamaðurin Tsuvoshi Ozawa sum fann upp á Nasubi listasøvnini. Tsuvoshi Ozawa var ónøgdur við, at listasøvn vóru so stór og kostnaðarmikil, og hettar ynskti hann at varpa ljós á. Upprunaliga vóru mjólkakassar brúktir til endamálið.


7. flokkur hevur roynt at lýst trupulleikar, sum ætlanin er, at tey 17 heimsmálini skulu basa. Tey hildu, at eitt Nasubi listasavn var ein góður og burðardyggur háttur at gera hettar, tí nógv av tilfarinum er endurnýtsla og so skal heldur ikki so nógv tilfar brúkast til eitt lítið listasavn. Heldur enn mjólkakassar, brúkti 7. flokkur skógvaeskjur. Endurnýtsluskógvaeskjur.


Næmingarnir í 7. vóru eisini úti og ruddaðu. Tey gingu, millum næmingarnar rópt, “Bónus-rutuna”, og ruddaðu alt plastik upp. Myndirnar vísa, at tað eru øgiligar mongdir av ruski sum liggur í náttúru okkara. Vónandi hevur hettar hjálpt upp á tilvitanina hjá næmingunum í 7. flokki, men eisini hjá øllum hinum næmingunum, sum hava sæð posarnar við ruski hanga undan loftinum í eina viku.

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir