Tíðindi

Skúlafótbóltur í Marghøllini í Vági

03/05-2019

Skúlaárið 2018/2019 hava 3., 6., 7. og 9. flokkur í Hoyvíkar skúla luttikið í kappingunum í skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Túrarnir til Suðuroyar hava eisini verið ætlaðir sum samansjóðingar- og trivnaðarátøk í flokkunum.

Úrslitini í innleiðandi umførunum vóru so mikið góð, at allir árgangir vunnu seg víðari til finaluumfarið, ið var hósdagin 2. mai 2019.

Væl omanfyri 100 næmingar og starvsfólk umboðaðu tískil Hoyvíkar skúla á stóra finaludegnum.

6. og 7. flokkur nýttu eisini høvið at fara á setursskúla í Suðuroy.

Afturmeldingarnar frá næmingum og starvsfólki í sambandi við skúlafótbóltin hava verið góðar og allar best hevur verið, at allir næmingar í flokkunum hava havt møguleika fyri at hugnað sær saman á túrunum til Suðuroyar.

 Vit í Hoyvíkar skúla vilja eisini takka fyriskiparunum fyri eitt frálíkt skipað tiltak.

04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping