Tíðindi

SPÆLILIÐIÐ FINGIÐ PRÓGV

15/05-2019

Næmingarnir, sum hava havt Spæliðið í hesum skúlaárinum, hava á móttøku hjá Borgarstjóranum, fingið handað heiðursprógv fyri teirra arbeiðið.

Vit í Hoyvíkar skúla fegnast um røsku næmingarnar og takka teimum fyri megnar arbeiðið, tey hava gjørt.

Spæliliðið eru næmingar í 6. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í 1. og 2. flokki.

Endamálið er at fáa næmingarnar kropsliga virknar og at skapa lív í skúlagarðinum í fríkorterunum. Dentur verður lagdur bæði á rørslu og sosialan trivnað. Næmingarnir í 6. flokki hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á Spæliliðnum.  Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.

 

 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór