Tíðindi

Føroyakøka í 6. flokki

08/11-2019

Síðstu vikurnar hevur evnið í náttúru og tøkni verið um jarðfrøðina í Føroyum.

Næmingarnir hava lært, at Føroyar eru bygdar upp av trimum fláum: niðastu fláir, miðfláir, og ovastu fláir.


Í hesum sambandi sluppu næmingarnir at gera lagkøku við trimum løgum. Í millum løgini var súltutoy, sum ímyndar royðugrót, rómi, sum ímyndar skvettini frá fugli, bananir, sum ímynda trævøkstur, sjokulátuspønur, sum ímynda kolalindina og makrónir, sum skulu ímynda ymisk grótsløg.

Tá øll trý løgini vóru løgd, kom ístíðin, ið var við til at evna dalar og firðir, og sást hetta eisini aftur í lagkøkuni. At enda kundu næmingarnir pynta lagkøkurnar við róma, makrónum og sjokolátuspønum. Tá sjálv undirvísingin kom at enda, hugnaðu næmingarnir sær sjálvandi vit at eta Føroyakøkuna.

Næmingarnir lótu væl at smakkinum.

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir