Tíðindi

Jólafilmssýning í Norðurlandahúsinum

05/12-2019

Aftur í ár hava vit í Hoyvíkar skúla verið í Norðurlandahúsinum og hugt eftir einum jólafilmi. Jólafilmssýningin er ein partur av mongu trivnaðartiltøkunum í skúlaárinum, men samstundis er tað eisini ein liður hjá okkum øllum at koma í góðan jólahýr.

Hesuferð hugdu vit eftir filminum "The Christmas Chronicles", ið var bæði spennandi og jólaligur.

Næmingarnir hugnaðu sær óført og høvdu ein góðan fyrrapart í Norðurlandahúsinum.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór