Tíðindi

Skúlagongdin byrjar aftur

17/04-2020

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi.

1., 2., 3. flokkur og Serskúlatilboðið fer aftur í skúla mánadagin 20. apríl 2020, meðan 4. - 9. flokkur heldur fram við heima- og fjarundirvísing.
Næmingar, ið ikki møta í skúla, fáa ein heimasetning frá lærarunum í vikuætlanini til hvønn dagin.

Flokkarnir í 1., 2. og 3. flokki eru býttir í tríggjar bólkar og koma at húsast í ásettum flokshølum. Skúlagongdin verður skipað í tíðarskeiðnum frá 08:00 - 12:00.
Víst verður til kunning frá flokslærarum og árgangstoymunum.

Næmingarnir møta í tíðarbilinum frá kl. 07:50 - 08:20. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at øll ikki møta í senn og betur kunnu halda neyðuga frástøðuna. Børnini ganga sjálvi inn í skúlan. Foreldrini verða biðin um at halda seg uttandura.

Frítíðarskúlin og frítíðartilboðið lata upp kl. 12:00.

Viðmerkjast skal tó, at Frítíðarskúlin og Frítíðartilboðið í Hoyvík er stongt mánadagin 20. apríl 2020. Latið verður upp týsdagin 21. apríl 2020 kl. 12:00.

Her er ein stuttur filmur um, hvussu vit byrja aftur í skúla. 

Hava næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu teir ikki í skúla.
Er næmingur partur av einum húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest coronavirus, skal viðkomandi eftir galdandi mannagongd í sóttarhald og kann tí ikki koma í skúla.

Næmingar í 4. - 9. flokki fáa framhaldandi heima- og fjarundirvísing. Luttøkuskylda er.

Næmingar í 4. - 6. flokki fáa heima- og fjarundirvísing í vikuætlanini og boðklivanum, meðan 7. - 9. flokkur fáa heima- og fjarundirvísing í vikuætlanini, boðklivanum og á Teams.
Eg vil heita á tykkum at fylgja væl við í vikuætlanini, boðklivanum og á Teams.

Hava tit spurningar, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran ella annað umboð í árgangstoyminum.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóri, á tlf. 783300 ella Jens á Skipagøtu, varastjóra, á tlf. 217654.


Blíðar heilsanir

Hans Jón Thomsen,
stjóri

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir