Tíðindi

Calisthenics venjingarstativ

29/04-2020

Calisthenics venjingarstativ

Vit í Hoyvíkar skúla hava keypt eitt sokallað Calisthenics venjingarstativ. Eitt ynski hjá skúlanum er, at vit javnt og samt royna at betra um skúlagarðin, soleiðis at næmingarnir hava okkurt at takast við.

Í Hoyvíkar skúla hava vit lagt okkum eftir, at næmingarnir skulu vera so nógv úti í fríkorterinum, sum veðrið nú einaferð loyvir tí. Gransking hevur víst, at frísk luft og rørsla er gott fyri hugsavningina og innlæringina.

Calisthenicsvenjing er ætlað at venja kroppin uttan tørv á vektum. Næmingarnir kunnu venja bæði búk-, rygg-, armar- og beinvøddar. Ja til ber at venja næstan allar vøddar í kroppinum uttan at hava eyka vektir at lyfta. Næmingarnir kunnu styrkja seg við sínu egnu kropsvekt. Tað besta av øllum er, at næmingarnir gera venjingarnar uttan at vita av tí. Stativið eggjar næmingunum at klintra og spæla, og tá venja teir allar vøddarnar umframt javnvágina.


Eisini síggja vit, at fólk, sum búgva í nærumhvørvinum, brúka stativið. T.d., tá tey renna fram við skúlanum, koma tey yvir og gera nakrar skjótar venjingar t.d. armvenjingar við at lyfta seg upp, og so renna tey víðari. Hettar er frálíkt, og vit gleðast um, at íløgan eisini gagnar økinum eftir skúlatíð.

04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping