Tíðindi

4. flokkur aftur í skúla

01/05-2020

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarandi

Nú gera vit klárt at taka í móti næmingunum í 4. flokki.

Komandi mánadag 4. mai 2020 skulu næmingarnir í 4. flokki møta millum klokkan 07:50 og 08:20 og brúka inngongdina við vindfangið á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum. Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

Skúlagarðurin hevur verið so sera tómur seinastu tíðina, og nú eisini 4. flokkur byrjar, byrjar spakuliga at líkjast, og vit vera sostatt 4 árgangir umframt Serskúlatilboðið í skúla.

Næmingarnir verða býttir í bólkar, og undirvísingin er skipað frá kl. 08:00 - 12:00.
4. flokkur heldur til í hesum hølum:
Ein bólkur heldur til í flokshølinum hjá 4.a, og ein bólkur heldur til í flokshølinum hjá 4.b.

Lærararnir í árgangstoyminum leggja undirvísingina til rættis, og dentur verður lagdur á allar lærugreinar. Ítróttur og handaverk/list verða tó flættaðar inn í hinar lærugreinarnar.

Allir næmingar skulu møta. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingunum ella teimum avvarðandi, skal skúlin hava fráboðan frá foreldrunum.

Løgmaður hevur annars boðað frá, at umframt 4. flokk, so byrja 5. flokkarnir aftur 11. mai 2020, og 9. flokkarnir byrja aftur 18. mai 2020.

Gott vikuskifti

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir