Tíðindi

Nú byrjar 5. flokkur aftur í skúla

  • 5.flokkur
09/05-2020

Frá mánadegnum 11. mai 2020 koma enn fleiri næmingar aftur í skúla.
Hesuferð eru tað næmingarnir í 5. flokki, ið byrja aftur.
Næmingarnir í 5. flokki møta eisini í tíðarbilinum frá kl. 07:50 - 08:20 og brúka høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.

Næmingarnir verða býttir í bólkar, og undirvísingin er skipað frá kl. 08:00 - 12:00.
5. flokkur heldur til í hesum hølum:
Ein bólkur heldur til í flokshølinum hjá 8.a, ein bólkur heldur til í flokshølinum hjá 8.b, og ein bólkur heldur til í lívfrøðistovuni.

Lærararnir í árgangstoyminum leggja undirvísingina til rættis, og dentur verður lagdur á allar lærugreinar. Ítróttur og handaverk/list verða tó flættaðar inn í hinar lærugreinarnar.

Allir næmingar skulu møta. Í teimum førum, har serligar umstøður gera seg galdandi hjá næmingunum ella teimum avvarðandi, skal skúlin hava fráboðan frá foreldrunum.

Vit gleða okkum at síggja 5. flokk aftur í skúla.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór