Tíðindi

Broytt skúlaársbyrjan

16/08-2020

Góðu næminar, foreldur og onnur avvarðandi


Undirvísingarstýrið boðar í dag frá, at skúlaársbyrjanin í teimum stóru skúlunum í Tórshavnar kommunu verður broytt.

Talan er um skúlan á Argjahamri, skúlan á Fløtum, Sankta Frans skúla, Eysturskúlan, skúlan við Løgmannabreyt og Hoyvíkar skúla.


Broytingin hevur við sær, at næmingarnir í 6. - 9. flokkur byrja aftur í skúla mánadagin 24. august 2020. Næmingarnir møta í tíðarbilinum frá kl. 07:50 - 08:20. 


Næmingarnir í 1. - 5 flokki byrja sum ætlað týsdagin 18. august 2020. Næmingarnir í 2. - 5. flokki møta í tíðarbilinum frá 09:50 - 10:20, meðan næmingarnir í 1. flokki møta saman við foreldrunum kl. 12:00 í Pyramiduhøllini.

 
Annars verður víst til greinina "Vælkomin aftur í skúla", ið varð løgd út á heimasíðuna 12. august 2020.


Hava næmingar ella foreldur spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór