Tíðindi

Skúlagongdin skipað sum vanligt

04/09-2020

Corona-smittan gjørdi nógv um seg við skúlaársbyrjan, og tí var neyðugt at seta avmarkingar í verk fyrstu vikurnar av skúlaárinum.

Nú er støðan batnað munandi, og tí boðar Undirvísingarstýrið frá, at tillagingar eru gjørdar í tilmælunum frá Coronaráðgevingini, ið merkja, at skúlagongdin kann skipast sum vanligt.
Frá mánadegnum 7. september 2020 verður tí farið aftur til vanligu tímatalvuna.

Allir næmingar møta í tíðarbilinum frá kl. 07:50 - 08:10 og vera bidnir um at fara beinleiðis inn í floksstovuna.

Næmingarnir brúka hesar inngongdir, bæði tá teir møta um morgunin, tá teir fara út í fríkorter, tá teir koma inn eftir fríkorterið, og tá teir fara heim eftir loknan skúladag:

1. og 2. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í "Lítla skúla".
3. og 5. flokkur og serskúlatilboðið brúkar inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
4. flokkur brúkar inngongdina á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum.
6., 7. og 8. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
9. flokkur brúkar inngongdina í barakkini í skúlagarðinum.

Fríkorterini verða skipað sum vanligt. Tó verður 1. fríkorter skipað frá kl. 09:30 - 10:00.
Tá verða flokshølini, felagsøkini og vesini sóttreinsað.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar. litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Hava næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu teir ikki koma í skúla.
Er næmingur partur av einum húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest coronasmittuna, ella hevur verið í tøttum sambandi við persón, ið hevur fingið staðfest coronasmittuna, skal næmingurin eftir galdandi leiðreglum í sóttarhald og kann tí ikki koma í skúla.

Vit vilja enn einaferð undirstrika, at tað er altavgerandi, at vit øll taka tilmæltu frástøðuna og gott reinføri í størsta álvara. Vit gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og minna hvønn annan á við jøvnum millumbilum at hava neyðugu frástøðuna.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór