Tíðindi

SSP - evnisdagar í 7. flokki

20/02-2017

Í tíðarskeiðnum frá 22. - 24. februar 2017 verður skipað fyri SSP evnisdøgum fyri allar 7. flokkarnar í Tórshavnar kommunu. Evnið er: "Felagsskapur og sálarligur trivnaður".

Evnisdagarnir byrjaðu við eini ungdómsveitslu/konsert í Reinsarínum í Havn leygarkvøldið 18. februar 2017, har starvsfólk frá ungdómshúsunum í kommununi vóru hjástødd alt kvøldið.

Evnisdagarnir í Hoyvíkar skúla halda fram mikudagin 22. februar 2017, hósdagin 23. februar 2017 og fríggjadagin 24. februar 2017 við áhugaverdum fyrilestrum, bólkaarbeiðið og ítróttartiltaki.

Harafturat verður skipað fyri einum fyrilestri fyri foreldrum at næmingum í 7. og 8. flokkunum í Hoyvíkar skúla. Tað er Bjørg Mortensen, psykoterapeutur, ið fer at halda ein fyrilestur við evninum: "Hvussu seti eg mørk fyri mær sjálvum og øðrum? Og hví?"
Fyrilesturin verður í Pyramiduhøllini í Hoyvíkar skúla mikukvøldið 22. februar 2017 kl. 19:00 - 20:30.

Tað er Malan Mohr, SSP lærari, ið hevur høvuðsábyrgdina av SSP - evnisdøgnum í Hoyvíkar skúla. Flokslærararnir í 7. flokki luttaka eisini á evnisdøgunum.

Skráin fyri evnisdagarnar er viðløgd.


 
SSP- evnisdagar í Hoyvíkar skúla.pdf

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór