Tíðindi

Ein nýggjársheilsan í sambandi við Corona

08/01-2021

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi í Hoyvíkar skúla.

Fyrst av øllum vil eg enn einaferð ynskja tykkum eitt gott nýggjár. Vónandi hava tit øll havt eini gleðilig jól og eru komin væl inn í nýggja árið.

Farið verður í skúla aftur mánadagin 4. januar 2021, og vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur. Næmingarnir møta framvegis í tíðarbilinum millum kl. 07:50 og 08:10.

Nú smittutølini í Føroyum aftur hava verið vaksandi síðstu vikurnar, er neyðugt enn einaferð at minna á tilmælini, ið hava verið og framvegis eru galdandi. Tískil vil skúlaleiðslan senda eina vinarliga corona-heilsan til tykkum øll.

Skúladagurin er skipaður sum vanligt, og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvuni og arbeiðsuppgávunum.
Vit gera okkum framvegis stóran ómak við at hava gott reinføri og minna hvønn annan á við jøvnum millumbilum at hava neyðugu frástøðuna.

Hevur barn tykkara sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla. Hevur barn tykkara fingið boð um at lata seg kanna fyri corona-smittu ella at tit sjálvboðið hava latið barnið kannað, verða tit biðin um at hava barnið heima til úrslitið av kanningini er tøkt.

Eisini vil eg minna á, at tað bert eru næmingar og starvsfólk skúlans, ið koma inn í skúlan. Foreldur og onnur avvarðandi vera biðin um at halda seg uttandura.
Næmingarnir brúka tær somu inngongdirnar, ið teir kenna so væl frá skúlagongdini áðrenn jólafrítíðini.

Tað er framvegis týdningarmikið, at barn tykkara hevur egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, liniál, saks, límstift v.m. - við í skúla. Alt tað, ið tey hava brúk fyri í undirvísingini.

Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran ella annað umboð í árgangstoyminum.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlaleiðsluna ella skrivstovu skúlans.


Vinarliga

Hans Jón Thomsen, stjóri

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir