Tíðindi

Síðsti starvsdagur

05/03-2021

Fríggjadagin 23. oktober 2020 varð skipað fyri fráfaringarløtu í Hoyvíkar skúla í sambandi við, at Árna Højgaard, Jacoba Funding og Sigvør Thomasen høvdu havt sín síðsta starvsdag í skúlanum.
Felags fyri tær allar var, at tær fóru frá vegna aldur og vóru heiðraðar fyri trúgva tænastu í Hoyvíkar skúla.

Árna Højgaard byrjaði sum lærari í Hoyvíkar skúla í 1977. Fyrsti starvsstaður hennara var í skúlanum á Hvítanesi, men eftir stutta tíð flutti hon saman við starvsfeløgunum í Hoyvíkar skúla.
Sum tekin um trúgva tænastu í yvir 40 ár fekk Árna eisini handað eina "fortjensmedalje" í silvur frá drotningini.

Jacoba Funding byrjaði sum lærari í Hoyvíkar skúla tann 1. september 2001. Hon hevur eisini starvast á Meginskúlanum á Sandi og í Runavíkar kommunuskúla.
Eftir áheitan frá leiðsluni í Hoyvíkar skúla hevur Jacoba játtað at røkja uppgávuna sum skúlabókavørður restina av skúlaárinum.

Sigvør Thomasen hevði sín fyrsta starvsdag sum reingerðarfólk tann 1. september 2003 og hevur sostatt starvast í Hoyvíkar skúla í 17 ár.

Vit í Hoyvíkar skúla vilja so hjartaliga takka Árnu, Jacobu og Sigvør fyri trúgva tænastu og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór