Tíðindi

Dagførd koronatilmæli

24/05-2021

Góðu næmingar og foreldur

Nýggja koronastøðan í landinum krevur, at vit gera ymsar tillagingar í skúlanum. Vit hava fingið nýggj koronatilmæli frá Undirvísingarstýrinum, har greitt verður frá, hvussu farast skal fram komandi dagarnar.

Skrivliga próvtøkan í 9. flokki verður avgreidd sum ætlað. Ongin broyting er í mun til tíð og stað, men vit gera okkum enn størri ómak við at halda neyðugu frástøðuna.

Undirvísingin í øllum øðrum árgangum verður skipað sum vanligt sambært tímatalvuni, men næmingarnir skulu bert halda seg til aðrar næmingar í árganginum.
Allir næmingar verða bidnir um at fara beinleiðis inn í floksstovuna, tá teir møta um morgunin, og tá teir hava verið í fríkorter.

Næmingarnir brúka hesar inngongdir, bæði tá teir møta um morgunin, tá teir fara út í fríkorter, koma inn eftir fríkorterið, og tá teir fara heim eftir loknan skúladag:
1. og 2. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í "Lítla skúla".
3. og 5. flokkur og serskúlatilboðið brúkar inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
4. flokkur brúkar inngongdina á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum.
6., 7. og 8. flokkur brúkar høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
Vit vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, og tá vit koma inn aftur eftir fríkorterini.
Eisini vaska vit hendur, áðrenn matarsteðgin.

Foreldur, onnur avvarðandi og vitjandi verða biðin um ikki at koma inn í skúlan komandi vikuna.

Allar fráboðanir til skúlan um sóttarald ella positivar koronakanningar millum næmingarnar, skulu fráboðast flokslæraranum.
Annars vísa vit til almennu tilmælini frá heilsumyndugleikunum.


Tær blíðastu heilsarnir

Hans Jón Thomsen,
stjóri

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór