Tíðindi

9. flokkarnir til ferðsludag

16/09-2021

Árliga skipar Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri ferðsludegi fyri allar 8. flokkar i Føroyum. Okkara 9. flokkar fingu ikki møguleikan at luttaka á tiltakinum í fjør vegna koronu, men tey skuldu ikki snýtast fyri tiltakið, so tey fóru til tiltakið, mánadagin 13. septembur ístaðin.

Umframt, at næmingarnir sluppu at royna rúsdrekkabrillur, kjakast, grunda og taka støðu til ymiskt í ferðsluni, vóru koyrilærari, og umboð frá løgregluni og ambulansutænastuni eisini við til tiltakið. Eisini hoyrdu næmingarnir frá einum avvarðandi, sum kennir til tað at missa ein av sínum nærmastu í ferðsluni.

Samanumtikið kunnu vit siga, at næmingarnir høvdu ein góðan og læruríkan ferðsludag.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór