Tíðindi
Galdandi koronutilmæli
Galdandi koronutilmæli í sambandi við komu til Føroyar:
Næmingar, ið ikki eru koppsettir fyri koronu, kunnu koma aftur í skúla, tá tey hava fingið negativt svar frá koronakanning á 2. degi eftir komu til Føroyar.
Næmingar, ið eru koppsettir fyri koronu, kunnu koma beinleiðis aftur í skúla, men verða biðin um at vera serliga varin, inntil tey hava fingið svar upp á koronakanning á 2. degi eftir komu til Føroyar.
Harafturat siga almennu tilmælini, at heilsumyndugleikarnir mæla til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroyar.
Næmingar, ið hava sjúkueyðkenni - eisini mild sjúkueyðkenni - verða bidnir um at vera heima og lata seg kanna sum skjótast.
Hava foreldur ella onnur avvarðandi spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlastjóran á tlf. 783300