Tíðindi

Ein áhugaverd vitjan frá Listaleypinum

01/11-2021

Hósdagin, 28. oktobur hevði 6. flokkur eina áhugaverda vitjan frá Listaleypinum. Tað var sniðgevin, Frida Poulsen, sum lærdi tey at endurnýta klæðir.

Frida hevur áður starvast í Italia saman við navnframa Giorgio Armani, men henda dagin hevði 6. flokkur biðið hana lagt leiðina fram við Hoyvíkar skúla. Endamálið við vitjanini var at læra børnini at halda fram við at brúka tey klæðir, sum tey longu eiga ella at keypa endurnýtsluklæðir, tí klæðir eru ein stór kelda til dálking.

Næmingarnir vóru aktivir í tilgongdini. Fyrst skuldu tey tekna sítt egna hugskot og so seyma sjálvi. Endamálið við tilgongdini var at finna útav, hvussu lætt og stuttligt tað kann vera at gera nýmótans endurnýtsluklæðir.

04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping