Tíðindi

FLETTING Í 4., 5. OG 6. FLOKKI

05/11-2021

At fletta er ein partur av føroysku mentanini, og tí fellur tað okkum natúrligt í Hoyvíkar skúla at fletta saman við næmingunum, har teir fáa møguleika fyri at vera við og hjálpa til.

Mikudagin 3. november var settur av til endamálið, ið er partur av undirvísingini í náttúru/tøkni í 4., 5. og 6. flokki.

Jens á Skipagøtu fletti, og dugdi hann so sera væl at fáa næmingarnar við. Onkur hjálptu til við at skjóta, onkur av svæva, og nógvir næmingar vóru óførir at tumma. Eisini hjálptu teir við at taka vombina og partar av innvølinum úr krovinum.

Greitt varð frá um blóð, fótamør, tálg, vembur, bløðru, mørin - hjarta, lungu og nýru - og mangt annað.

Tá liðugt var at fletta, vórðu krovnini hongd upp.

Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og hugagóðir og vildu fegnir taka lut í flettingini.

Myndirnar tala fyri seg http://hoy.fo/294/albumcollections_albums/109

 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór