Tíðindi

Skuggin hjá H.C. Andersen á vitjan í Hoyvíkar skúla

09/12-2021

Hálvan novembur var Listaleypurin aftur á vitjan, og hesa ferð vóru næmingarnir í okkara 7. og 9. flokkum til eina audio/ visuella konsertsýning um søguna ”Skuggin” eftir H.C. Andersen. 
Talan var um eina enduryrking av ævintýrinum Skuggin hjá H. C. Andersen frá 1847. Ævintýrið snýr seg um skuggan, sum yvirtekur lívið hjá harra sínum. Í einmansleikinum varð fokus sett á samleika í einum nýtíðar miðlaheimi. Talan var um ein monolog, har høvuðspersónurin í søguni og skuggi hansara við klarinett og bassklarinett flutti seg aftur og fram í einum umhvørvi av elektroniskum miðlum.
Við frásøgnini í hátalarunum varð sýningin borin fram á føroyskum.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór