Tíðindi

Kunning til foreldur: Skúlagongdin nógv ávirkað av korona

19/01-2022

Góðu foreldur og onnur avvarðandi

Síðani skúlagongdin í Hoyvíkar skúla byrjaði aftur eftir jólafrítíðina, hevur skúlagongdin verið nógv ávirkað av korona.
Vit eru tó við gott mót, og gleða okkum til høga smittutrýstið hæsar av aftur.

Í skrivandi løtu hava 90 næmingar fingið staðfest koronu síðani ársskiftið, og okkurt um 150 næmingar hava verið burturstaddir vegna korona og sóttarhald.
Millum 7 og 18 lærarar/námsfrøðingar hava verið burturstaddir dagliga og í allar flestu førum er hetta eisini orsakað av korona og sóttarhaldi.

Vit royna sum best at fáa "tingini" at hanga saman. Hetta kann í stóran mun vera avbjóðandi, men vit mugu bara øll hava tol og fáa "tingini at "glíða" sum frægast.
Nógvar flytingar verða gjørdar millum lærarar og námsfrøðingar og í fleiri førum verða árgangir lagdir saman, har bara ein lærari/námsfrøðingur tekur sær av undirvísingini.
Hetta kann í nøkrum førum kennast sum ansing.

Av tí at nógvir næmingar eru burturstaddir, má undirvísingin eisini í stóran mun skipast við kendum undirvísingargongdum og endurtøkum, soleiðis at teir næmingar, ið eru burturstaddir, kunnu fylgja við og koma aftur í skúla, áðrenn farið verið víðari við nýggjum undirvísingargondum.
Í onkrum førum, har eingin lærari er tøkur at taka sær av undirvísingini, fáa flokkar frí fyrst á degnum ella síðst á degnum. Hetta er bert galdandi í 6. - 9. flokki.
Boðað verður frá hesum í vikuætlanunum hjá flokkunum.

Hava foreldur ella onnur avvarðandi spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðsluna.


Vinaliga
Hans Jón Thomsen,
stjóri

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór