Tíðindi

4.a á umhvørvisveiðu

05/05-2022

Hesa vikuna hava nakrir flokkar í Hoyvíkar skúla verið á umhvørvisveiðu niðri í miðbýnum í Havn. Í dag var tað 4.a, sum slapp at royna seg, og hóast veðurgudarnir ikki vístu seg frá síni bestu síðu til umhvørvisveiðuna í dag, so fingu næmingarnir eina rúgvu burturúr.

Evnið á umhvørvisveiðuni er ”Matoyðsl,” og tað er Margarinfabrikkin, sum skipar fyri tiltakinum. Næmingarnir skulu ganga til 6 ymsar postar niðri í Havnini, har hvør postur hevur eitt sindur av kunning um mat, matflutning og matoyðsl. Eftir allar postarnar sluppu næmingarnir at royna seg við matgerð inni í Margarinfabrikkini, har tað eisini bleiv tosað um, hvussu vit kunnu fyribyrgja matoyðsli.  

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir