Tíðindi

Síðsti skúladagur hjá 9. flokki

20/05-2022

Týsdagin 17. mai hevði 9. flokkur sín síðsta skúladag í Hoyvíkar skúla. Av tí sama var hesin skúladagurin øðrvísi enn vanligir skúladagar.

Næmingarnir í 9. flokki høvdu syrgt fyri, at alt ikki var, sum tað plagar at vera, tá vit onnur møttu í skúla týsmorgunin. Umframt hetta skipaðu tey fyri undirhaldi fyri næmingar og lærarar, tann obligatoriski fótbóltsdysturin móti lærarunum bleiv spældur, og so kastaðu tey bomm og karamellur til næmingarnar, áðrenn tey takkaðu fyri seg.

Vit takka 9. flokki fyri ein væl eydnaðan síðsta skúladag og ynskja teimum allar bestu eydnu við próvtøkunum sum standa fyri framman.

26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór
21.03.2024
Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping
08.03.2024
Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks
06.03.2024
4. flokkarnir til skúlaleikir