Tíðindi

Lærarar í Hoyvíkar skúla hava verið á fyrstahjálparskeið

20/06-2022

Í tíðarskeiðnum frá páskum til summarferiuna hava flest allir lærarar í Hoyvíkar skúla verið á fyrstahjálparskeið.  

Tað eru nøkur ár síðani, at allir lærararnir í skúlanum vóru á skeið, so nú var tíðin komin at endurnýggja vitanina innan fyrstahjálp.  

Skeiðið kom í lag við játtan frá Undirvísingarstýrinum, og var tað skeiðshaldari frá Reyðakrossi, sum stóð fyri sjálvari undirvísingini.  

Lærararnir vóru sera nøgdir við dygdargóðu undirvísingina, sum var eitt 12 tímar víðkað fyrstahjálparskeið.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór