Tíðindi

VÆLKOMIN AFTUR Í SKÚLA

10/08-2022

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Skúlagongdin byrjar aftur hósdagin 18. august 2022.

2. - 9. flokkur møtir kl. 10:00, meðan 1. flokkur møtir saman við foreldrunum kl. 12:00 í Pyramiduhøllini.

Tá skúladagurin er liðugur kl. 11:20, kunnu næmingarnir í 2. flokki fara í frítíðarskúla, og næmingarnir í 3. flokki fara í frítíðartilboðið.

Næmingarnir í 4. - 9. flokki hava frí kl. 11:20.

Næmingar í 1. flokki kunnu vitja í frítíðarskúlanum saman við foreldrunum, tá skúladagurin er liðugur kl. 13:00.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór