Tíðindi

Skúlagondin byrjað aftur

18/08-2022

Summarfrítíðin er liðug, og vit eru øll byrjað aftur eftir eina góða summarfrítíð.


2. – 9. flokkur møttu klokkan 10:00 saman við sínum floksfeløgum og lærarum.

Áðrenn tey fóru heim aftur, møttust vit øll til kunning og sang í Pyramiduhøllini. 

Í dag høvdu eisini 37 næmingar í 1. flokki sín fyrsta skúladag í Hoyvíkar skúla. 
Dagurin gekk avbera væl, og stuttligt er at síggja, hvussu spent og eldhugað tey eru til nýggju avbjóðingarnar.


Vit vilja við hesum fittu myndunum bjóða næmingunum og foreldrunum vælkomin í Hoyvíkar skúla.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór