Tíðindi

Nýggjur telefonpolitikkur

26/08-2022

Í Hoyvíkar skúla hava vit fingið nýggjan telefonpolitikk, og grundleggjandi broytingar eru gjørdar.

   
Skúlin verður nú telefonfríur, og fartelefonirnar hjá næmingunum skulu liggja í skúlataskuni allan dagin.   

Føroyski fólkaskúlin hevur ikki felags leiðreglur viðvíkjandi fartelefonum og øðrum tekniskum útbúnaði, og sostatt mugu skúlar hvør sær orða sínar egnu reglur.   

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla hevur leingi ynskt ein annan telefonpolitikk, og tað er hetta ynskið, sum verður sett í verk.   

Vinarliga kunnið tykkum um telefonpolitikkin á heimasíðu skúlans á leinkjuni niðanfyri: 
http://hoy.fo/242

 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór