Tíðindi

Rennidagur 2022

02/09-2022

Fyrrapartin í dag hevði Hoyvíkar skúli sín árliga rennidag.

Byrjað varð við felagsupphiting í skúlagarðinum, síðani fóru 1. - 3. flokkur niðan á Hoyvíksvøllin at renna, og 4. - 9. flokkur høvdu eina rutu í Hoyvíkini at renna eftir. 

Tað var gott renniveður, og næmingarnir vóru raskir. Eisini tá ið tað til tíðir hevði hug at dropa eitt sindur. Tað er vist, at vit eiga nakrar hugagóðar næmingar í Hoyvíkar skúla.

 
Eftir loknan rennidag fingu næmingarnir okkurt gott til góman við sær í vikuskiftið. Við hesum myndunum fara vit at takka fyri ein væl eydnaðan rennidag og ynskja tykkum eitt gott vikuskifti. 

Síggj myndirnar í myndasavninum: http://hoy.fo/307

 

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór