Tíðindi
Foreldrakvøld við fyrilestri í Hoyvíkar skúla
Erling Fles, sálarfrøðingur, hevur fyrilestur um “Ung og rúsevni.”
Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla skipar fyri foreldrakvøldi fyri øllum foreldrum og avvarandi at næmingum í Hoyvíkar skúla. Tiltakið verður í Pýramiduhøllini mikukvøldið, 26. oktobur kl. 19:00 – 20:30, har Erling Fles, sálarfrøðingur, hevur fyrilestur um, hvørjar orsøkir eru til, at nøkur ung byrja at taka rúsevni? Hvussu kunnu foreldur fyribyrgja hesum, og eru rúsevni ein vaksandi trupulleiki í okkara samfelag? Og hvat skulu foreldur vera varug við, tá talan er um rúsevnismisnýtslu?
Á seinasta fundi, sum skúlastýrið hevði við foreldra- og trivnaðarumboðini, vóru fleiri, ið vórðu ørkymlað um rúsevni í mun til børn og ung, umframt at tey vístu á ynski um meiri vitan, og tí hevur skúlastýrið valt at taka hetta evnið upp.
Skráin:
Kl. 19:00: Rannvá Mortansdóttir, forkvinna í skúlastýrinum, bjóðar vælkomin og ársfrágreiðingarnar frá skúlastýrinum fyri 2021 og 2022 verða lagdar fram.
Kl. 19:15: Erling Fles: “Ung og rúsevni”.
Kl. 20:15: Spurningar og viðmerkingar.
Kl. 20:30: Takk fyri í kvøld.
Skúlin bjóðar te, kaffi og okkurt afturvið.
Verið vælkomin - vit gleða okkum at síggja nógv foreldur.
Vinarliga vegna Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla
Rannvá Mortansdóttir, forkvinna