Tíðindi

Genturnar í 8. og 9. flokki í Hoyvíkar skúla gingu Lucia á Nainu

13/12-2022

13. desembur er Lucia dagur, og tá er vanligt at ganga Lucia. Tað hevur verið fastur siður í fleiri ár, at næmingar í Hoyvíkar skúla ganga Lucia á Hvíldarheiminum, Nainu, á Luciadegnum. Vegna koronu hevur hetta ikki latið seg gjørt síðan 2019, men í ár bar endiliga aftur til at fara oman á Hvíldarheimið til hesa serstøku vitjanina. Tá genturnar vóru lidnar at ganga Lucia, sungu tær “Gleðilig jól" saman við fólkunum. Vit í Hoyvíkar skúla eru takksom fyri møguleikan og síggja fram til fleiri Luciavitjanir.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór