Tíðindi

FERÐAST GRØNT

16/09-2017

FERÐAST GRØNT er átak hjá Tórshavnar kommunu, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu.

Í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum børnum í Hoyvík at vitja ókeypis súkkluverkstað.

Átakið verður mikudagin 20. september 2017 kl. 14:00 – 17:00 í skúlagarðinum í Hoyvíkar skúla.

Takið súkkluna við og fái eitt ókeypis eftirlit av súkkluni umframt góð ráð frá serkønum.

Tey fyrstu 30 fáa eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.

Verið hjartaliga vælkomin.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór